ÁBYRGDARPERSÓNUR
Ása Andreasen
REVISOR
Sunniva Bjarnastein, Inpact
KONTO
Kontonr. í EIK:
9181-155.854.6
Kontonavn: Ein tími um árið
TELDUPOSTUR
asaand@email.fo
TELEFON
Telefon: 227464
- eftir kl. 17.00
VIÐTØKUR
Klikka her!
DONERA VIÐ
VISA-DANKORT
Klikka her!
LES UM 2010 HER!
TAKK |
Hvussu kann eg stuðla við einari tímaløn?
Øll kunnu stuðla
- fólk í arbeiði, arbeiðsleys, pensiónistar, heimagangandi, ung & gomul
;-)
Hevur tú ikki ein arbeiðsgevara...
...ella vil arbeiðsgevarin ikki flyta pengarnar fyri teg, kanst tú
sjálv/ur flyta eina tímaløn til ein tíma um árið.
Kontonr. í EIK:
9181-155.854.6
Kontonavn: Ein
tími um árið v/Ásu Andreasen
Revisor:
Sunniva Bjarnastein, Inpact
Stuðla við VISA Dankort
Ein tími um árið hevur ikki keypt eina VISA Dankort skipan. Tað er
kostnaðarmikið. Tað gera vit kanska seinni, men í fyrstu atløgu hava vit
gjørt eina avtalu við Synergi um hendan partin. Bókhaldari og revisor
hjá Synergi, vilja tryggja at alt fer rætt fram, um nakar er í iva ;-)
Hetta er sjálvsagt ikki nummar eitt, men bíligasta loysnin fyri Ein tíma
um árið beint nú. Hevur tú spurningar hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin
at venda tær til Ásu á tel. 227464 ella umvegis teldupost
asa@synergi.fo.
Gjald við VISA her:
http://www.synergi.fo/pay-page/Visa-tilmelding_ein.timi.htm
Hevur tú ein arbeiðsgevara...
...kanst tú spyrja viðkomandi, um hann/hon vinarligast kann flyta eina
tímaløn hjá tær í februar, til Ein tíma
um árið. Spyr stjóran og skriva ein mail til lønarbókhaldið:
Góða lønarbókhald ;-)
Vinarligast flyt kr....... (mín tímaløn áðrenn skatt) til
Kontonr.: 9181-155.854.6 - í Eik banka
Kontonavn: Ein tími um árið
og trekk hetta frá mínari løn, ið verður útgoldin ultimo februar
20XX.
Send vinarligast fulla tímaløn og trekk skattin frá restlønini hjá
mær.
Túsund takk fyri.
Vinarligast
Navn Eftirnavn
Takk fyri tína tímaløn
- hon ger mun, meiri enn tú heldur!
|